Umhvørvisárinsmeting fyri útbygging av eystara havnarøki í Tórshavn góðkend
Umhvørvisstovan hevur hin 26. november 2015 góðkent umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða útbygging av eystara havnarøki í Tórshavn.
Tórshavnar havn hevur latið gera meting av, hvørja ávirkan ætlaða havnarútbyggingin fer at hava á náttúru og umhvørvi. Metingin er gjørd av donsku ráðgevarafyritøkuni Rambøll.
Sambært árinsmetingini fer økta virksemið á havnarlagnum og økta ferðslan á landi at føra til nakað av øktum óljóði, men mett verður ikki, at óljóðið fer upp um vegleiðandi markvirði fyri óljóð. Fleiri skip og økt ferðsla fer eisini at hava við sær ávísan vøkstur í luftdálkingini, men hetta verður ikki mett at ávirka luftgóðskuna nærhendis havnarlagnum munandi.
Eisini er mett um ávirkan á plantu- og djóralívið á staðnum av ætlanini. Niðurstøðan er, at at økið, sum verður ávirkað, er vanligt búøki í Føroyum, og at ávirkanin á djóra- og plantulívið er sera avmarkað.
Umhvørvisstovan metir, at nakrar av verandi spillivatnsútleiðingunum skulu leggjast longur út, fyri at kunna verða góðkendar aftan á ætlaðu havnarútbyggingina.
Umhvørvisstovan hevur í viðgerðini einans lagt dent á ávirkan á náttúru og umhvørvi, so sum plantu- og djóralív og ávirkan av dálking, óljóði o.ø. , og hava atlit til fornminni, ferðslu, útsjónd o.a. ikki verið partur av viðgerðini.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til landsstýris-kvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 30. desember 2015.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna Petersen, telefon 342400 ella us@us.fo