Í sambandi við at P/F Luna hevur lagt eina sólorkuskipan á tekjuna á landstøðini hjá felagnum í Miðvági hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið sambært §16 í elveitingarlógini.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringssvar skulu í seinasta lagi mikudagin 24. august 2022 sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.
Umhvørvisárinsmeting liggur her (niðast á síðuni)
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Sólorkuskipan í Miðvági
25-07-2022
Smoltstøðin á Fútakletti
15-07-2022
Framleiðsluapotekið fingið umhvørvi…
22-06-2022
Undantak at taða oman fyri 250 metr…
16-06-2022
Útskifting í Haraldssundi
19-04-2022
Útskifting í Haraldssundi
04-10-2021
Útskiftingin av Líðarhaga í Mykines
29-06-2021