Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting av vatnorkuverki í Fámjin í hoyring

Á tarastøðini í Fámjin, ið áður varð nýtt til smoltaling, ætlar Spf Tari at seta eina minni vatnmyllu upp, sum í mesta lagi kann framleiða 50 kW.

Í tí sambandi hevur Spf Tari gjørt eina meting av møguligum árinum á umhvørvið.

Tey mettu árinini eru:

Eingi sjónlig inntriv verða av verkætlanini, tí vatnrør, sum longu liggja í lendinum úr Kirkjuvatni til taraalistøðina, verða nýtt.

Upplýst verður, at vatnstøðan í Kirkjuvatni broytist natúrliga, soleiðis at áirnar stundum torna upp.

Orkuframleiðslan verður tillagað ta natúrligu vatnstøðuna, soleiðis at hon verður hildin innan fyri tey máldu natúrligu vatnstøðusveiggini.

Ein ætlað ristskipan skal fyribyrgja, at sílayngul verður sogin inn í vatninntakið.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her

Freistin at koma við viðmerkingum er mikudagin 5. juni 2024

Almenna lýsingin kann síggjast her