Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skógir hava jaligt árin á fólkaheilsuna

Seinastu árini hava fleiri og fleiri yrkisgreinar víst áhuga fyri spurninginum um jaliga árinið, ið skógir og líknandi frílendi sýnast at hava á fólkaheilsuna

Granskingarúrslit innan evnið í breiðum týdningi koma so við og við úr fleiri londum og innan fleiri yrkisgreinar, eins og evnið hevur stóran áhuga millum teirra, ið veita fígging til gransking. Úrslitini benda á tann bógvin, at uppihald í skógarvaksnum lendi, í parkum og gørðum og eisini samband við plantuvøkstur í nærumhvørvinum annars, hevur við sær munagott jaligt árin á fólkaheilsuna.

M.a. hava fleiri japansk granskaralið víst á beinleiðis heilsubót í samband við uppihald og upplivingar í skógarlendi, og í Danmark verður nú farið undir ein vísindaligan viðgerðarstovn fyri strongd í tí gamla træsavninum Arboretet i Hørsholm. Í seinastu útgávuni av virda tíðarritinum Scandinavian Journal of Forest Research skriva japanskir granskarar m.a. um hvussu stóran og jaligan mun, ið uppliving av skógarlendi vísti seg at hava á royndarfólkini sæð í mun til samsvarandi uppliving í býarumhvørvi, bæði við atliti til ávikavist mongdina av cortisol í spýttinum (mát fyri stress), diastolist blóðtrýst og pulsin. Eisini vísa teir á aðra japanska gransking, sum hevur prógvað munandi bøtt virkni fyri tær týdningarmiklu NK-kyknurnar (natural killer cells – ið hava stóran týdning í immunverjuni og at basa krabbakyknum) eftir uppihald í skógarøki í einans 2 dagar.

So eitt gott høvi til at stimbra sær heilsuna, og samstundis stytta sær stundir, er við at vitja í viðarlundunum kring landið í summar, og at hugna sær í urtagarðinum v.m.
Myndirnar eru læntar frá klaksvik.fo og vagaportal.fo og eru tær tiknar ávíkavist úti í Grøv í Klaksvík og í viðarlundini í Miðvági.

Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.