Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Plantusølan á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er byrjað.

Árliga plantusølan á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er nú byrjað av álvara.

 

Víðkað er um sjálvt søluøkið soleiðis, at kundin vónandi fær enn betur umstøður at kunna seg við plantuúrvalið. Somuleiðis er kundaavgreiðslan flutt úr tí gamla verkstaðarhølinum og yvir í eina nýggja sølubúð í teirri fyrstu stóru lonini, har vit miðja eftir betri umstøðum fyri viðskiftaavgreiðsluni. 

Úrvalið av plantum er á leið hitt sama í vavi og fjølbroytni, sum í fjør. Tó er úrvalið av staudum og urtum heldur størri í ár. 

Víðkaðar avgreiðslutíðir eru í summarhálvuni ( 1. mai – 1. sept.), og hesar verða lýstar á heimasíðuni og á serskildum uppslagið við inngongdina. 

Høvuðsdenturin verður lagdur á, enn sum áður, at kunna bjóða harðført og dygdargott plantutilfar, sum hóskar til serligu vakstrarlíkindini í Føroyum. Hóast landið er lítið, eru vakstrarlíkindini tó ógvuliga ymisk kring oyggjarnar, og hesum veruleika royna vit eftir besta førimuni at laga útboðið eftir. Harumframt hava vit eisini nakað at bjóða teimum, ið eru komin longur á leiðini við at skapa sær lívd, og sum sostatt hava møguleikar at royna meira krevjandi gróður.
Í plantusøluni hava vit í ár m.a. frálík granntrø, sum eru dyrkaði burtur úr fræi undan teimum stóru granntrøunum í Viðarlundini í Niðastu Hoydølum og í Viðarlundini í Gundadali. Tað tykist vera eyðsýnt, at avkomið undan hesum kempunum trívist væl undir okkara vakstrarlíkindum. 

Vit hava fingið okkum ein Facebook-profil, sum eitur: Gróðurstøðin í Miðhoydølum https://www.facebook.com/grodurstodin Har er ætlan okkara at kunna um ymisk viðkomandi og meira dagsaktuel evni, eitt nú um nýggjar plantur í søluni ella aðrar úrdráttir. Viðskiftafólk okkara verða tí biðin um at fylgja við á hesum staðnum til at frætta meira. 

Høggspønir (flis), ið eru gjørdar úr greinum o.tíl. tilfari úr viðarlundunum, eru eisini til sølu. Høggspønir verða nógv nýttar til at breiða í urtagarðinum sum jarðarábót og til at tálma loki; tær eru eisini frálíkar at nýta sum stroyggj (struktur) til sankutøðini (kompost). 

Í samstarvi við Verkstaðið Vón hava vit nú eisini ment eina serliga, vistfrøðiliga loysn at tálma ókrúti við. Talan er um eina pappplátu á 60 x 60 cm, ið er viðgjørd á serskildan hátt og sniðgivin til endamálið. Saman við plátuni hoyra 5 træspritur at festa plátuna niður á undirlagið/jørðina við. Omaná kann ein so velja at leggja eitt passaligt jaður av høggspønum, einar 2” ella uml. 5 cm. Roknað einar 7 litur av høggspønum (uml. 1 byttu) til hvørja plátu. Alt tilfarið er soleiðis náttúrutilfar, sum eftir hondini fúnar og gerst góð mold. Tí nýtist einum ikki at hugsa um at skula savna leivdirnar inn aftur seinni.