Runavíkar svimjihøll góðkend
Umhvørvisstovan hevur hin 11. november 2024 góðkent Runavíkar svimjihøll við heimild í § 13, stk. 1 og § 31, stk. 2, í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum.
Svimjihøllin verður bygd við ítróttarøkið í Runavík og er staðsett í norðara enda av Bylgjuni, har hon leggur tvær lonir aftrat verandi bygningi. Svimjihøllin fevnir um tríggjar hyljar: ein 25 metra svimjihyl, ein barnahyl og ein heitan hyl. Hvør hylur er útgjørdur við síni egnu reinsiskipan, sum fevnir um grovfiltur, sandfiltur, kolfiltur og sirkulatiónspumpu, og tryggjar góða vatngóðsku fyri brúkarar. Góðkenningin setur krøv til vatngóðsku, kemikaliunýtslu og reinsiskipanina í svimjihøllini, soleiðis at heilsufrøðiliga støðan er í lagi.
Runavíkar kommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við hyljunum fyri at tryggja, at krøvini í góðkenningini verða fylgd.
Góðkenningin sæst her
Kunngerð um góðkenning av svimjihøllini sæst her