Runavíkar svimjihøll góðkend
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 11. november 2024 við heimild í § 13, stk. 1 og § 31, stk. 2, í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur hevur góðkent:
Svimjihøllina í Runavík
Góðkenningin er almenn og kann síggjast her.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 9. desember 2024 sendast Umhvørvisstovuni, á teldupostur: us@us.fo ella til adressuna: Traðargøta 38, FO-165 Argir.
Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna víðari til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.