Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ravnur á reiðri

Hetta er tíðin, ravnurin verpur. Á Náttúrusavninum er eitt ravnareiður. Tað er ektað, og tveir útstappaðir ravnar standa uppi yvir fýra eggum. Ein er ein sonevndur hvítravnur, ið er eitt serføroyskt fyribrigdi 

Mikkjal á Ryggi skrivar í Fuglabókini um reiðrið: “Stórt er tað sum ein túgva; og groft er tilfarið, hvannjólir, deyðseyðabein, tonglar og smá træsprek laðar hann upp og tettir við lyngi og mosa; innaní er ull, faks og fjøður”.

Okkara reiður hevur umframt nakað av nevnda tilfari eisini lutir, ið ikki vóru til á døgum Mikkjals, eitt nú el-leidningar, strips og súgvirør.

Um hvítravnin sigur Mikkjal: “Serstakt slag vóru teir ikki meir enn so, at ofta var annar makin svartur og hin hvítravnur; ungarnir vóru tá summir flekkutir, men flestu svartir”

Seinast, nakar hevur sæð hvítravn, er, sambært Mikkjali, seint í 1948 suður móti Borðuni í Nólsoy “… fleiri ferðir av fleiri álítandi monnum”.