Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Týnið morsnigilin nú!

Dorete Bloch, leiðari á djórasavninum hjá Umhvørvisstovuni, kunngjørdi í sjónvarpinum herfyri, at hon og øll onnur fólk í Føroyum eiga at fara í hernað móti morsniglinum alt fyri eitt.

Doreta mælir fólki, ið koma fram á morsnigil, til at týna hann í stundini.

Tann fyrsti morsnigilin í ár (2008) varð sæddur 5. mars. Men síðan hevur verið so mikið kalt í veðrinum, at ikki fyrr enn nú fyrst í apríl eru fleiri at síggja.

Til tess at halda talinum á morsnigli niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki-kynsbúnu sniglarnir koma fram. Tí at verða teir makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari, um einki verður gjørt beinanvegin.

Tað er, at skal bardagin móti morsniglinum, ið annars eisini hevur tað ivasama navnið dreparasnigilin, muna, eigur alt grannalagið at fylkjast og beina fyri honum.

Ráðini frá Doretu Bloch til at basa sniglinum eru millum annað:

Brúkið sniglafellu, egnið við keks, øli ella súreplaflusi, leggið út sniglaeitur, jarnsulfat [Fe2(SO4)3], ið ikki er eitrandi fyri fugl ella hópast upp í natúruni, ella takið teir allar upp og koyrið teir í kókandi vatn.

Sostatt er alkríggj lýst móti morsniglinum.

Lesið annars um morsnigilin í Frøði, nr. 1 frá 2003, síðu 16-18.