10. floksnæmingar vitja
Fríggjadagin vóru nakrir næmingar úr einum 10. flokki í Eysturskúlanum í Havn á Náttúrusavninum á Debesartrøð og vitjaðu.
Summir teirra hava verið har fyrr, men kortini vóru teir somu næmingar líka hugtiknir, um ikki meira, sum fyrstu ferð ella undanfarnar ferðir. Tey vitjandi eru altíð hugtikin av hvítabjørnini, sum Bjarti Mohr læt teirri stórfingnu framsýningini “Veiðimentan í Útnorði”, sum eitt nú Birgir Kruse skipaði fyri í 2001.
Øll hava hug at nerta við hesa útstappaðu ísbjørn, og ikki minst hava øll hug at kína unganum, sum hvítabjørnin stendur við í fanginum. Ungin er mjúkur og deiligur, men hann er ikki útstappaður – tíbetur. Hann er helst keyptur í BR ella onkrum tílíkum handli.
Tað sama er at siga um kópin á látrinum, sum tey hava innrættað á Náttúrugripasavninum. Kópurin liggur so fittur og innbjóðandi til at kína við einum silkimjúkum hvølpi hjá sær. Hvølpurin er eisini keyptur í onkrum leikahandli.
Felags fyri bjarnarungan og kópahvølpin er, at tey líkjast teimum livandi smáu í náttúruni.
Annað, ið serliga hugtekur tey vitjandi er eitt nú tann veldigi avgustaskølturin og tann stóri, sera langarmaði høgguslokkurin, ið hongur uppi undir loftinum.
Lívið í útnorði er ríkt. Víðkað hølisviðurskiftir høvdu lýst tað uppaftur betur enn høvið býðst í løtuni, hildu næmingarnir í 10. flokki á Eysturskúlanum í Havn.