Oljuskaðar eru ikki einans ein spurningur um stórar vanlukkur
Havið er týðandi tilfeingi hjá okkum. Tí er týdningarmikið at raðfesta verju av havinum móti virksemi og dálking, sum ávirkar havsins umhvørvi og virkni, frammarlaga.
Tá prátið kemur á oljudálkingar verður ofta sipað til størri oljulekar. Smærri oljulekar, sum kunnu koma fyri í sambandi við vanliga ferðslu á sjónum, eru eins týdningarmiklir at forða. Smærri oljulekar henda ofta nær at landi og í firðum, har oljan ikki spjaðist eins væl sum á opnum havi. Talan er ofta um sera viðbreknar vistskipanir, har nógvur fuglur heldur til, og sum samstundis eru uppvakstrarøki hjá smáfiski, harundir toski og fleiri flatfiskum.
Norðurlendski arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við vistskipanum í havinum, hevur givið út faldara, har dømi um granskingarverkætlanir innan norðurlendsk havumhvørvi eru lagdar fram. Dømini eru vald til tess at veita felagsskapum og almenningi, ið hevur áhuga í umhvørvi, eina yvirskipaða fatan av, hvussu granskarar saman við sínum norðurlendsku og evropeisku starvsfeløgum royna at loysa ymiskar dálkingartrupulleikar. Aðalmálið er at skilja, hvussu vistskipanirnar á havinum virka, og hvussu vit skulu fyrisita okkara tilfeingi.
Faldarin kann fáast við at venda sær til Umhvørvisstovuna ella heintast í pdf-sniði her. Á s. 18-19 kann lesast um árin av smáum oljudálkingum á vistskipanir og djóralív í havnum.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400/232442, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo