Nær koma næstu vindmyllurnar?
Viðmerking frá Umhvørvisstovuni/Orku
Umfatandi kanningar, gjørdar seinastu árini vísa, at skal málið um 100% grøna orku í 2030 náast, er tað fyrst og fremst vindorka, sum skal byggjast út. Tørvur er á umleið 140 MW av vindorku. Í løtuni hava vit 18 MW, tí skulu 120 MW ella umleið 40 myllur á 3 MW setast upp frá nú av og fram til 2030.
Sambært elveitingarlógini hevur orkumyndugleikin ábyrgdina av at bjóða nýggja vindorku út og hevur eisini ábyrgdina av, at kapping er um øll nýggj útboð. Myndugleikin kann av sínum eintingum bjóða nýggja framleiðslu út ella eftir umsókn frá áhugaðum veitara velja at gera útboð.
Nýggjasta vindmyllulundin, tann í Húsahaga, fór at framleiða í august 2014. Hendan vindmyllulundin er stór í føroyskum høpi og neyðugt var at seta upp framkomna battarískipan, fyri at fáa so stóran part av vindorkuni sum gjørligt til høldar. Hetta kravdi trý ára royndar- og innkoyringartíð. Tí var ikki ráðiligt at gera nýggj útboð fyrr enn í fyrsta lagi í 2017.
Í hesum tíðarskeiði hevur orkumyndugleikin saman við øðrum myndugleikum gjørt mannagongd fyri, hvussu nýggjar vindmyllur kunnu setast upp.
- Nøkur fá serliga væl hóskandi støð eru vald út til vindmyllulundir.
- Myllurnar skulu vera stórar, helst um 3 MW. (Hetta er tó ikki galdandi fyri Suðuroynna, sum hevur sjálvstøðugt elnet)
- Myndugleikin fyrireikar økini og bjóðar tey út so hvørt, sum øll elskipanin er klár at taka ímóti.
Í løtuni eru tvey útboð, sum eru gjørd eftir hesi mannagongd. Í Porkeri eru 12 MW boðin út at seta upp í fyrru helvt av 2020, og á Eiði eru 18 MW boðin út at seta upp eisini í fyrru helvt av 2020.
Arbeitt verður áhaldandi við at gera onnur øki klár, og væntandi kunnu útboð gerast og tær fyrstu vindmyllulundirnar setast upp á hesum økjum frá 2021.
Eitt øki er tó, sum seinastu tvey árini hevur verið klárt til at gera útboð á. Hetta er Hoyvíkshagin norðan fyri Havnina, sum hevur mark til Húsahaga og vindmyllulundina har. Økið er hóskandi til eina vindmyllulund við 6 myllum á 3 MW ella íalt 18 MW.
Men júst í hesum haganum, sum er landsjørð, hava partafelagið Vindrøkt og festarin gjørt eina avtalu, sum ger, at Umhvørvisstovan ikki hevur havt møguleika at gera útboð har.
Arbeitt verður við at fáa viðurskiftini broytt, so til ber at gera útboð, sum øll hava møguleika at bjóða uppá. Enn er ikki komið á mál við hesum arbeiðinum, og nú er so langt útliðið, at ikki kann væntast, at vindmyllur koma upp í Hoyvíkshaganum fyrr enn í fyrsta lagi í 2020.