Orkuframleiðsla og orkunýtsla í Føroyum í 2023
Væntast kann, at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023.
Umhvørvisstovan ger hvørt ár upp, hvussu gongdin á orkuøkinum hevur verið árið
frammanundan. Hagtøl verða savnað saman frá oljufeløgunum, SEV, brennistøðunum,
Fjarhitafelagnum og øðrum aktørum. Tølini verða síðani viðgjørd og sett inn í eina serliga
mynd, sum samanfatandi vísir, hvussu orkuviðurskiftini vóru hetta árið.