Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Loyvi at søkkja skip á Borðoyarvík til kavingarendamál

Við heimild í § 21, stk. 1 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum hevur Umhvørvisstovan 17. juni 2024 givið áhugabólkinum Reynsmúla loyvi til at søkkja M/S Helenu á Borðoyarvík út fyri Norðoyri. Loyvið tekur støði í, at alt dálkandi verður tikið burturúr skipinum, áðrenn tað verður søkt, og at skipsvrakið verður nýtt til kavingarendamál. Skipið verður lagt á 25 metra dýpi á havbotnin vestanfyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla (sí mynd niðanfyri).

Mynd 1. Staðseting av skipsvrakinum m/s Helena

Loyvið er latið grundað á upplýsingar frá áhugabólkinum Reynsmúla um verkætlanina og ætlaða kavingarvirksemið.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 17. juli 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us@us.fo

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Les meira um at kæra her.

Leinki til góðkenningina her.

Leinki til kunngerð er her.