Loyvi at søkkja skip á Borðoyarvík til kavingarendamál
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan 17. juni 2024, við heimild í § 21 stk. 1 løgtingslóg nr. 59 frá 2005 um verju av havumhvørvinum, hevur givið loyvi til at søkkja stálskip á Borðoyarvík til kavingarendamál.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 17. juli 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir ella us@us.fo
Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna víðari til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.