Lógarbroyting í tinglýsingarlógini kemur í gildi 1. januar 2015
Lógarbroyting í tinglýsingarlógini, sum kemur í gildi um árskiftið, hevur við sær, at nú skal P-tal upplýsast, tá skjal verður tinglýst. Áður var nóg mikið at upplýsa føðingardagin. Virkir skulu upplýsa V-talið.
Løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um tinglýsing ásetir, at nú skulu skjøl, ið latin verða til tinglýsingar, hava tilskilað
1) eigindómsins matr. nr.
2) navn, p-tal ella v-tal, bústað og telefonnummar hjá tilmeldaranum
3) p-tal ella v-tal og bústað hjá veðsetaranum ella veðhavaranum, um so er, at hesin ikki má metast at vera almannakunnigur, ella navni og bústaði hjá einum fulltrúa.
Eru hesar upplýsingar ikki í skjølunum, ella eru upplýsingarnar skeivir, verða skjølini burturvíst, uttan so at skeivleikin ella brekið verður rættað av tilmeldaranum.