Valkort til Fólkatingsvalið
Tá ið fólkatingsval verður útskrivað, er tað uppgávan hjá Landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini gjørd og send til borgarar við atkvøðurætti.
Hetta verður gjørt umvegis skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum. Tá upplýsingar um persónar við atkvøðurætti eru staðfestir, verða valkortini send til prentingar. 38.387 hava atkvøðurætt í Føroyum til Fólkatingsvalið 31. oktober 2022. Valkort og vallistar verða prentaðir á Elektron. Tað tekur umleið eina viku frá tí løtu at úttrekkið av veljarum, ið hava valrætt verður gjørt, til valkortini verða borin út.
Í gjár komu valistarnir og valkortini til Umhvørvisstovuna. Tað eru starvsfólk á Umhvørvisstovuni, ið sortera vallistarnar og eftirkanna vallistar og valkort. Eftirfylgjandi verða vallistarnir sendir kommununum. Posta ber valkortini út.
Seinni á degnum hevði Valnevndin fund á Umhvørvisstovuni. Endamálið við fundinum var millum annað, í samstarvi við starvsfólk á Umhvørvisstovuni og við útgangsstøði í skrásetingum í Landsfólkayvirlitinum, at góðkenna listan yvir valevnir hjá ymsu flokkunum. Seinasta freist at lata listan yvir valevni inn var í gjár tann 20. oktober 2022 kl. 18.
Valkortini til Fólkatingsvalið tann 31. oktober 2022 verða eftir ætlan borin út mánadagin og týsdagin 24. og 25. oktober 2022.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella á teldupost us@us.fo.