Kunning um vápnaprógv
Nú tíðin, har farið verður á haruveiðu nærkast, minnir Umhvørvisstovan á, at persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunnu søkja um vápnaprógv.
Loyvt er persónum millum 16 og 18 ár, sum hava staðið vápnatrygdarskeið, at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri. Í ítróttarhøpi er einki aldursmark at nýta høglbyrsu, tá persónar eru undir eftirliti av góðkendum skjótivegleiðara og á ítróttarskjótibreyt.
Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn og sum tann 1. januar 2016 ella áðrenn lógliga áttu skotvápn, nýtast ikki at hava staðið vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv. Lógligi ognarskapurin verður váttaður undir revsiábyrgd í umsóknini.
Søkjast kann um vápnaprógv við og uttan vápnatrygdarskeiði.
Fyri vápnaprógv skal eitt gjald á kr. 250,- rindast Umhvørvisstovuna. Goldið verður á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 vísandi til vápnaprógv.
Tá søkt verður um vápnaprógv skal hetta viðleggjast umsóknini:
- váttan um staðið vápnatrygdarskeið, undir hesum útlendsk vápnatrygdarskeið á minst sama stigi sum tað føroyska
- revsiváttan, sum ikki er eldri enn 6 mánaðir og
- kvittan fyri gjald um vápnaprógv
Gev gætur, at sambært kunngerð um skráseting av skotvápnum skulu høglbyrsur, luftbyrsur størri enn kalibur 5,5 mm og skotvápn, sum løgreglan umsitur, t.e. riflur, skrásetast í vápnaskránni. Tú kann skráseta títt vápn her. (leinkja)
Tú kann lesa meira um vápn og vápnaloyvir her.