Kemisk evni og tú
Við nýggju evnissíðuni hjá Umhvørvisstovuni "Kemisk evni og tú", verður tú kunnaður um vørur, ið innihalda kemisk evni, sum kunnu skaða heilsuna og umhvørvið.
Kemisk evni eru í nógvum vørum, sum vit dagliga brúka – tey allarflestu eru púra vandaleys. Men nøkur kemisk evni kunnu skaða heilsu og umhvørvi. Fleiri av teimum kenna vit væl, men nógv eru nýggj. Tí er neyðugt við kunning.
Umhvørvisstovan hevur gjørt eina nýggja evnissíðu, sum eitur "Kemisk evni og tú" , har evnið er kemisk evni í gerandisvørum. Vit hava savnað saman upplýsingar um ymiskar gerandisvørur, sum innihalda dálkandi ella heilsuskaðilig evni.
Tú kanst leita fram upplýsingar, og fáa góð ráð um fartelefonir, klæði, týningarevni og aðrar vørur. Tú fært eisini meira at vita um bisfenol A, ftalat, paraben og mong onnur skaðilig og dálkandi evni, og í hvønn mun nøkur av hesum evnum eru at finna í føroyska umhvørvinum.
Vit eiga øll at gera okkara til at minka um nýtsluna av vørum, sum innihalda heilsuskaðilig og dálkandi kemisk evni – væl at merkja, tá hetta ber til, og aðrir valmøguleikar eru.
Hevur tú viðmerkingar ella ynski til evnissíðuna, er tú vælkomin at senda okkum nøkur orð á us@us.fo
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 232442.