Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan mælir frá at selja og brúka ávíst neglalakk

Umhvørvisstovan mælir til, at handlar sum selja neglalakk av slagnum Depend GelLack, gevast við søluni.

Hóast gjølliga brúkaravegleiðing, sum m.a. ávarar um, at samband við húðina kann elva til ovurviðkvæmi, so verður mett, at tað er trupult hjá brúkarnum, ikki at fáa lakkið á húðina. Um lakkið kemur á húðina, kann avleiðingin vera skriði, bløðrur á fingrar, eksem og neglir sum loysna.
Neglalakkið inniheldur acrylat, sum ger, at lakkið harðnar við ljósviðgerð. Acrylat kunnu elva til ovurviðkvæmi, tá tey eru flótandi. Eftir at lakkið er harðnað, er ikki vandi fyri ovurviðkvæmi. T.v.s. at lakkið bert elvir til ovurviðkvæmi, meðan tað er flótandi.
Lakkið er tikið av hillunum í okkara grannalondum, og mælir Umhvørvisstovan nú til, at tað eisini verður tikið av hillunumum í handlum í Føroyum.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella 232344 ella senda ein t-post á us@us.fo