Deodorantur afturkallaður
Umhvørvisstovan hevur fingið fráboðan um, at ein sending av deodoranti, av merkinum Neutral Roll-on deodorant (50 ml), er afturkallaður. Illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur eru í vøruni.
Deororant av merkinum Neutral Roll-on deodorant (50 ml) er afturkallað. Talan er um fýra partí, batch nr. 4148, 4162, 4169 og 4182, sum standa á lokinum á ílatinum.
Illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur av slagnum Burkholderia kann vera í vøruni. Fólk, ið hava veika immunverju, kunnu gerast sjúk. Tey, ið hava brúkt vøru við hesum batch numrum, og kenna seg sjúk av ókendari grund, verða biðin um at venda sær til egnan lækna, og hava hesa fráboðan við sær.
Nakað av hesi vøruni er innflutt til Føroya, helst seinast í august 2014.
Tey, ið halda seg hava fingið hesa vøruna, verða biðin um ikki at brúka hana ella tveita hana burtur, men heldur lata hana aftur til hana aftur til handilin, har hon varð keypt, ella senda hana til framleiðaran:
Unilever Danmark
Forbrugerkontakt
Ørestads Boulevard 73
DK – 2300 København S
Danmark
Tíðindaskriv frá framleiðaranum kann lesast her.