Jørðin á Strondum verður umskipað
Innangarðsútskiftingin á Strondum fer nú inn í endaumfarið. Uppskot til nýggja jarðarskipan - tann sonevndi fyribilsplanurin - verður lagdur fram í bygdarhúsinum mikudagin 15. apríl.
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at skipa jarðarviðurskiftini á Strondum av nýggjum, men nú sæst á mál. Mikukvøldið 15. apríl kl. 19.00 verður útskiftingarfundur í bygdarhúsinum á Strondum, har fyribilsplanurin, sum er uppskot til nýggja skipan av jørðini, verður lagdur fram.
Innangarðsútskiftingin, hetta at leggja jørðina út av nýggjum, hevur verið eitt putlispæl av teimum heilt stóru, sum var torført at fáa at ganga upp. Talið av lutum verður minkað heilt munandi, og eigarar, sum áður áttu 10-tals lutir, spjaddar um bygdina, fáa eftir uppskotinum savnað jørðina í 1-3 lutir.
Fortreytirnar, planurin byggir á, eru í fyrsta lagi ynskini hjá eigarunum um, hvar jørðin skal vera. Fjøra, áir, vegir og bøgarður eru sjálv beinagrindin. Hartil eru aðrar fortreytir, t.d. eru grundstykki av góðum grundum ikki við í býtinum.
Í sambandi við útskiftingar av hesum slag, hevur tað almenna serligar ognartøkuheimildir, at leggja av lendi til almenn endamál, vegir v.m. Ognartøkan fer fyri tað mesta av óbýttum, tvs. at allir eigarar lata, og ognirnar minka lutfalsliga eftir ognartøkuni. Endurgjaldið minkar um kostnaðin av útskiftingini.
Tá fyribilsplanurin er framlagdur, fáa eigararnir eitt hóskandi skotbrá at gera viðmerkingar til hann. Útskiftingarnevndin tekur síðani samanum og ger eina endaliga útskiftingarætlan. Henda kann kærast inn fyri eina sonevnda yvirútskiftingarnevnd.
Ein metingarnevnd, sum ofta er útskiftingarnevndin, tekur støðu til endurgjaldið fyri ognartøkuna. Hetta hava eigararnir eisini møguleika fyri serskilt at kæra til yvirútskifting.
Vónandi møta strandingar fjølmentir á fundinum mikukvøldið 15. apríl, tá fyribilsplanurin verður lagdur fram. Tilfarið verður eftir fundin tøkt á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Í útskiftingarnevndina eru: Súsanna í Búðini, Sjúrður Guttesen og Petur Nielsen.
Sí lýsing.