Inngarðsútskiftingin á Strondum er komin í gildi

Broytingartíðir eru á Strondum. Frá í dag, 25. okt. 2017, er stóra útskiftingin innangarðs komin í gildi, og henda ger jarðarviðurskiftini í bygdini munandi einfaldari, tí jørðin, sum áður var smábýtt, er nú vorðin savnað í størri lutir. Fyri útskiftingina vóru oman fyri 2.000 jarðarstykki á Strondum. Nú eru tey eini 1.000 færri. Kommunan hevur í sambandi við útskiftingina ognartikið lendi til framtíðar útbyggingar, og hædd er eisini tikin fyri undirsjóvartunlinum, har hann kemur upp á Strondum.
Umhvørvisstovan hevur teknað matrikulkortið av nýggjum, og nýggja eigindómsskipanin sæst nú á kortal.fo. Matrikul og tingbók verða nú førd samsvarandi, og hetta arbeiðið verður fullført næstu 2-3 vikurnar. Eftir er at seta nýggju markini av á staðnum, og tað arbeiðið byrjar væntandi í komandi viku.
Niðanfyri er støðan fyri og eftir útskiftingina víst av parti á Strondum.
Fyri
Eftir
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ronnie Thomassen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, 342400 ella us@us.fo.