Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Helvtin av íløtunum ikki endurnýtt

Umhvørvisstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv einnýtisíløt vórðu latin inn aftur í 2008.

Innkomin einnýtisíløt
Uppgerðin vísir, at í 2008 vórðu helvtin av øllum einnýtisíløtum latin inn aftur. Hetta talið er ov lágt, um vit  samanbera okkum við eitt nú Danmark, Norra og Svøríki, har yvir 80 prosent av øllum einnýtisíløtum komu inn aftur og vórðu latin til endurvinningar í 2007.

Útgreinaðu hagtølini fyri 2007 og 2008 vísa, at tað serliga eru einnýtisíløt úr plasti, ið ikki verða latin inn aftur til endurvinningar. Í 2007 og 2008 vórðu ávikavist 13% og 29% latin inn aftur. Eisini vísa tølini, at tað ikki eru komin fleiri einnýtisíløt úr glasi inn í 2008 í mun til 2007, tí í báðum førum er retur-prosentið 38%. Størsta hækkingin sæst fyri einnýtisíløt úr metali, ið er vaksið við 25 prosentstigum  til 63%.

At retur-prosentið fyri einnýtisíløt úr glasi, ið rúma meiri enn 0,5 litur, er størri enn 100 % í 2008 kemst av, at íløt, sum eru seld í 2007, verða latin inn í 2008.

Ynskir tú at síggja hagtølini sett upp sum stabbamyndir, so trýst her!

Brúkarin ivast
Umhvørvisstovan metir, at ein orsøk til, at brúkarin letur lutfalsliga nógv metalíløt inn, er tí hann veit, at pant fæst aftur fyri metaldósirnar. Hinvegin ivast brúkarin ofta um plast- ella glasfløskan hevur pant ásett. Ivin tekur seg upp, tí fleiri sløg av plast- og glasfløskum eru , har pant ikki er ásett, eitt nú á ymisk sløg av djús og saft.
Framyvir verður tað ikki lættari, tí nýggja marknaðarføringslógin ásetur, at handlar skulu upplýsa samlaða prísin á vøruni íroknað m.a. fløskupant. Tí verður tað ofta ikki upplýst, hvørjir úrdráttir hava pant ásett.

Føroyska innsavningarskipanin er ikki nóg brúkaravinalig
Høvuðsorsøkin til, at so fá íløt verða latin inn aftur, verður mett at vera, at tað er so trupult hjá føroyska brúkaranum at sleppa av við tómu einnýtisíløtini.
Umhvørvisstovan metir ikki, at føroyska innsavningarskipanin er nóg góð. Í Føroyum taka handlarnir einans ímóti íløtum, teir sjálvir hava selt. Hetta merkir, at brúkarin skal til fleiri ymisk støð fyri at sleppa av við íløtini, sum víðari helst førir við sær, at fleiri einnýtisíløt verða koyrd burtur.
Skipanirnar í grannalondunum eru munandi meiri brúkaravinarligar, við tað, at har er talan um felagsskipanir. Bæði í Danmark, Norra og Svøríki er tað soleiðis, at brúkarin sleppur av við øll íløtini og fær útgoldið pant á einum stað. Harafturat eru allar fløskur og dósir eyðmerktar, soleiðis at brúkari sær, um fløskan ella dósin er umfatað av returskipanini.

Umhvørvisstovan mælir til felagsskipan
Umhvørvisstovan mælir til, at vit í Føroyum eisini fáa eina felagsskipan. Fyri at fáa fleiri til at lata íløt inn aftur, má skipanin vera brúkaravinarlig. Umhvørvisstovan metir, at ein felagsskipan, har brúkarin sleppur av við øll síni tómu einnýtisíløt, óansæð hvørja fløskumóttøku hann fer til, hevði gjørt at fleiri íløt vórðu latin inn aftur.
Eitt møguligt yvirskot av óútgoldnum panti eigur – eins og í grannalondum okkara – at verða tøkt hjá felagsskipanini til rakstur av fløskumóttøkum og til kunning og lýsing fyri at økja um nøgdina av íløtum, sum verða latin inn aftur.

Vilt tú vita meira um einnýtisíløt, kanst tú trýsta á leinkjuna her.

Vilt tú vita meira um einnýtisíløt, so ring til Eyð Eidesgaard á   Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 / 232440, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.