Grótbrot á Glyvursnesi
Umhvørvisgóðkenning er veitt Tórshavnar havn, nú gamla grótbrotið í Glyvursnesi skal víðkast og brúkast til at útvega grót í samband við, at eystara havnalagið í Havn skal útbyggjast.

Umhvørvisstovan fekk hin 13. januar 2016 umsókn frá Tórshavnar havn um umhvørvis¬góðkenning at reka grótbrot á Glyvursnesi. Av tí at ætlaða grótbrotið er í beinleiðis framhaldi av gamla grótbrotinum á staðnum, og at gamla grótbrotið verður brúkt til goymslu og skiljing av gróti og annað, er góðkenningin eisini galdandi fyri gamla grótbrotið.
Endamálið við virkseminum er at framleiða grót til at víðka eystara havnarlagið í Tórshavnar havn frá 2016 til 2019.
Talan er um at víðka verandi grótbrot umleið 500 metrar suðureftir. Breiddin verður umleið 180 metrar eystur og vestur, so víddin verður umleið 82.000 m2. Roknað verður við at bróta 2,4 mió. m3 í føstum tilfari, svarandi til umleið 6,5 mió. tons av leysum gróti. Miðalhæddin á grótbrotinum verður umleið 30 metrar.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í løkir og økið kring grótbrotið, at ampar av dusti og ristingum verða so smáir sum gjørligt og á avrigging, tá arbeiðið er liðugt.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 7. september 2016.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo