Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Frágreiðing um nýggj fluororganisk evni í Norðurlondum

Fyri stuttum varð kanning av fluoreraðum evnum í Norðurlondum lokin, og frágreiðing um kanningarnar er givin út. 

Kanningin hevði sum endamál at greina innihaldið av fluorevnum í umhvørvinum, og at finna útav, hvussu stórur partur av hesum fluorevnunum vóru kend millum granskarar og tískil kundu nágreinast. Hetta er áhugavert, tí stórt virksemi hevur verið við at gera nýggj fluorevni seinastu árini. Helst hevur hetta samband við, at evnafrøðiligi ídnaðurin hevur verið noyddur at avmarka nýtsluna av nøkrum av fluorevnunum, eitt nú PFOS og PFOA. Hesi hava óhepnar heilsu- og umhvørviseginleikar, tí tey m.a. hópast upp í føðinetinum.

Kanningin fevndi um Norðurlond, frá Finnlandi í eysturi til Grønlands í vesturi. Tilsamans vórðu 102 sýnir kannað, harímillum sjófuglaegg, fiskur, havsúgdjór og landsúgdjór, yvirflatuvatn, sýnir av vatni og evju frá spillivatnsreinsiverkum. Harafturat vórðu luftsýnir úr nøkrum londum kannað. 

Um úrslitini
Eins og tað er vanligt at síggja við dálkingarevnum, sum hópast upp í føðinetinum, var mesta innihaldið av PFAS ávíst í havsúgdjórum og sjófugli, meðan innihaldið í eitt nú vatni og sýnum frá spillivatnsreinsiverkum var nakað lægri (Mynd 1).  

Mynd 1. Samlaða innihaldið av PFAS, t.v.s. av fluoroalkylevnum, sum vórðu nágreinað, eru víst sum minsta og mesta innihald, mátað í ymisku sýnissløgunum. Innihaldið í sýnum úr Føroyum er víst við bláum merkjum.  

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórur partur av samlaðu fluorevnunum, sum vórðu ávíst í ymisku sýnissløgunum, kundu nágreinast til kend fluorevni. Tann parturin, sum ikki kundi nágreinast, má roknast sum ókend fluorevni í starvsstovukanningarhøpi. Hesi ókendu fluorevnini eru helst fyri stóran part mannagjørd og teljast millum tey 4000 fluoroalkylevnini, sum væntandi verða nýtt í kemiska ídnaðinum nú á døgum.

Mynd 2. Myndin vísir hvussu stórur partur av samlaðu fluorevnunum, sum vórðu ávíst í ymisku sýnissløgunum, kundu nágreinast til kend fluorevni. Tann parturin, sum ikki kundi nágreinast, má roknast sum ókend fluorevni í starvsstovukanningarhøpi. 

Norðurlenska samstarvið JNS (nordicscreening.org) skipaði fyri kanningunum, sum vórðu framdar á Universitetinum í Ørebro í Svøríki og á NMBU universitetinum í Noregi, við stuðli frá Norðurlanda Ráðharraráðnum, umvegis norðurlensku NKG og HAV bólkunum og luttakandi stovnum.

Ein føroyskur samandráttur av frágreiðingini sæst her

Øll frágreiðingin kann lesast her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo