Føstulávintssmyrsl
Nú føstulávint er í hondum, og børn fara at ganga grýla, er vert at geva gætur, at smyrsl valdast. Hyggjuráðini eru at keypa CE merkt føstulávintssmyrsl.
Nógv børn nýta smyrsl í sambandi við sjónleik, og tá ið tey klæða seg út, t.d. tá tey ganga grýla.
CE-merkt smyrsl
Smyrsl, ætlað børnum, skal vera CE-merkt. Ein vøra kann tó, hóast hon er CE-merkt, innihalda evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi, eitt nú anga ella haldevni. Fyri at minka um vandan fyri at gerast ovurviðkvæmur, er tí best at keypa smyrsl uttan anga.
Øll fríðkanarevni nú á døgum hava vørulýsing; tí ber til at sleppa undan evnum, sum barnið ikki tolir. Um ov lítið pláss er fyri eini vørulýsing á vøruni, skal vøran vera merkt við eini fingurtekstímynd, sum er eitt merki, ið sýnir eina opna bók og ein fingur. Myndin merkir, at vørulýsingin annaðhvørt er hjáløgd, er á einum uppslagi nær vøruni, ella kann fáast í handlinum.
Góð ráð um smyrsl og andlitsmáling
- Keyp andlitsmáling, sum er CE-merkt. Keyp ongantíð andlitsmáling, har ongin nýtsluvegleiðing fylgir við.
- Nýt ikki smyrsl við parabenunum, butyl- ella propylparaben. Keyp svanamerkta sminku, ella kanna vørulýsingina um nevndu paraben eru í vøruni.
- Nýt ikki smyrsl við anga. Angi er ikki neyðugur og kann elva til ovurviðkvæmi. Tá angi er í eini vøru, stendur ofta “parfuma” ella “aroma” á vørulýsingini.
- Smyr vætukrem á andlitið áðrenn andlitsmálingin verður løgd á.
- Vaska andlitsmálingina væl og virðiliga burtur aftan á brúk. Brúka vatn og sápu til at taka burtur vatngrundað smyrsl og reinsikrem til at taka burtur feittgrundað smyrsl.
Les hvat onnur skriva
- Forbrugerkemi (DK) TEST: føstulávinstsmyrsl (2011)
- Forbrugerkemi (DK) Ráð um smyrsl til børn
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo | |