Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Faroe Marine Products í Leirvík hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur 18. september 2023 veitt nýggja umhvørvisgóðkenning til P/F Faroe Marine Products í Leirvík.

Virkið hevur síðan 2001 turkað fiskahøvd, -ryggir og heilan fisk, og fekk umhvørvisgóðkenning 12. apríl í 2002. Men av tí at virksemi nú er víðka til at framleiða mjøl og lýsi úr feitum fiski og fiskaúrdrátti, og at skera flak av svartkjafti, metti Umhvørvisstovan at tað var neyðugt við nýggjari umhvørvisgóðkenning.

Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú spillivatn og útlát til luft.

Virkir sum framleiða úrdráttir úr rávørum úr djórum, her undir fiski, eru í bólki F í fylgiskjali til umhvørvisverndarlógina. Hesi virkir eru fevnd av kapittul 5 í lógini, og skulu tí hava umhvørvisgóðkenning.