Faroe Marine Products fingið nýggja umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 18. september 2023, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:
Virksemi hjá Faroe Marine Products í Leirvík
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 19. oktober 2023 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.