Enn eingi bindandi tiltøk fyri skip at avmarka útlát av veðurlagsgassi
Á fundi í umhvørvisnevndini hjá IMO í farnu viku, var semja um teknisk og rakstrarlig tiltøk fyri skip, sum tó enn eru sjálvboðin. Umhvørvisstovan luttók vegna Føroyar.

Í døgunum 13. til 17. juli var fundur í MEPC. Tað málið á skránni, sum størstur spenningur var um, var um tiltøk at avmarka útlátið av veðurlagsgassi frá skipum. IMO hevur í nógv ár arbeitt við spurninginum, uttan at vera komið til nakra semju um bindandi tiltøk fyri limalondini.
IMO (International Maritime Organization) er altjóða sjóferðslufelagsskapurin hjá ST. Føroyar hava atlimaskap í IMO.
MEPC (Marine Environment Protection Committee) er umhvørvisnevndin hjá IMO.
Uppgávan hjá MEPC er at gera reglur fyri at avmarka dálking frá skipum. Tað fevnir um altjóða sáttmálar og um tekniskar loysnir fyri at seta í verk hesar sáttmálar.
Týdningarmesti IMO sáttmálin er MARPOL sáttmálin, sum m.a. fevnir um dálking frá skipum við olju, burturkasti og kloakkspillivatni. Føroyska havumhvørvislógin er í stóran mun bygd á MARPOL sáttmálan.
Av øðrum IMO sáttmálum kunnu nevnast OPRC sáttmálin um tilbúgving í sambandi við oljudálking, London sáttmálin um dumping, sáttmálin um barlastvatn og sáttmálin um upphøgging av skipum.
Samlaða útlátið av veðurlagsgassi frá skipum er 3,3% av heimsins útláti, harav umleið 2,7 % stava frá skipum í altjóða sigling. Í Føroyum stavar á leið triðingurin av samlaða útlátinum av veðurlagsgassi frá fiskiskipum.
Semja um sjálvboðin teknisk tiltøk og rakstrarligar mannagongdir
Tey tiltøk, sum IMO arbeiðir við, eru býtt í trý: Teknisk tiltøk, sum fevna um konstruktión av skipum eins og um útgerð at avmarka oljunýtsluna, rakstrarligar mannagongdir og búskaparlig stýriamboð.
Stórt sæð kann sigast, at londini eru samd um teknisku og rakstrarligu skipanirnar, sum tó ikki eru liðugt mentar, og tí fyribils eru sjálvbodnar.
Enn ikki semja um búskaparlig tiltøk
Frá fleiri síðum, serliga frá londunum í vesturheiminum, verður hildið, at tað ikki er nóg mikið við sjálvbodnum skipanum, og at neyðugt eisini er við bindandi búskaparligum stýriamboðum. Tó er ikki semja um hesi stýriamboð. Hesi vórðu gjølla viðgjørd á fundinum, og varð ein arbeiðsætlan fyri framhaldandi arbeiðið við búskaparligum stýrisamboðum gjørd. Millum búskaparligu tiltøkini, sum vórðu umrødd, var at seta á stovn eina skipan við kvotum og kvotuhandli fyri skip, og eina oljuavgjaldsskipan, har inntøkurnar skulu í altjóða grunn, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum, sum avmarkað útlát av veðurlagsgassi frá skipum, serliga í menningarlondum, og at stuðla gransking at minka útlát av veðurlagsgassi frá skipum. Tað eru serliga stóru menningarlondini við Kina, India og Brasil á odda, sum eru ímóti hesum skipanum.
Ivi um hvør skal fremja tiltøk
Úrslitið av MEPC fundinum verður sent til altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember 2009, COP 15, sum síðani tekur støðu til, um tiltøk at avmarka útlát av veðurlagsgassi frá skipum framhaldandi skulu fremjast av IMO. Sambært Kyoto protokollini skal IMO fremja tiltøk fyri at avmarka útlát av veðurlagsgassi frá skipum. Frá fleiri síðum verður ført fram, at IMO hevur gjørt alt ov lítið fyri at fremja slík tiltøk. Á komandi veðurlagsráðstevnuni verður málið tí tikið til viðgerðar.
Framløga av føroyskari verkætlan
Í sambandi við fundin hevði Dánjal Jákup Jacobsen frá Decision3 framløgu um verkætlanina Greenstream, sum hevur til endamáls at minka um orkunýtsluna hjá skipum, og sum m.a. hevur verið roynd umborð á Smyrli. Í tí sambandi luttók Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum eisini.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Suna Petersen, tlf. 232444, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.