Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Alivirksemið hjá P/F Marine Harvest Faroes í Sundunum norður fingið dagførda umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur dagført og endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina av alivirkseminum hoyrandi til aliloyvi C-12 Sundini norður, aliøki A-32 og A-87.

Í góðkenningini hjá P/F Marine Harvest Faroes er serligur dentur lagdur á, at evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Eisini eru treytir m.a. settar um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur økið ella partar á økinum.

Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Serliga er tað kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir. Tá nótirnar eru í sjónum, søkka flakar av impregnering sum frálíður á botn og kunnu har hópast upp.

Góðkenningin

Almenna lýsingin

Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 7. marts 2016.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lenu Ziskason, telefon 342400 ella us@us.fo