Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fólk gera CO2-mannafilmar

Fleiri góðir og eisini skemtiligir filmar eru innkomnir

Nú freistin at gera sín egna CO2-mannafilm er um at vera úti, eru fleiri stuttligir og góðir CO2-mannafilmar komnir inn. Á CO2.fo ber til at síggja allar filmarnar, og lesa meira um CO2-mannin og hvussu hann bjargar heiminum. 

Treytin fyri at luttaka í kappingini er, at CO2-maðurin skal stríðast fyri at minka um CO2-útlátið. Tú ræður, hvussu langur filmurin skal vera, um hann skal vera stuttligur, syrgiligur, vemmiligur o.s.fr. Allir innkomnir filmar verða lagdur út á C02, soleiðis at fólk kunnu atkvøða, hvør skal vinna.

Stóra myndin er avrit av heimasíðuni hjá CO2 manninum.  

Seinasta freist at lata inn sín CO2-mannafilm á kapping@co2.fo er nú hósdagin. Innkomnu filmarnir eru við í kappingini um eina Apple farteldu og eitt Canon videotól frá City.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhann Lützen, viðskiftasamskipara á Umhvørvisstovuni, tlf. nr. 34 24 00, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.