Vælveruøkið við svimjihøllina í Leirvík góðkent

Umhvørvisstovan hevur hin 14. september 2026 góðkent nýggja vælveruøkið við svimjihøllina í Leirvík við heimild í § 13, stk. 1, og § 31, stk. 2, í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum.
Vælveruøkið er knýtt at verandi svimjihølli og fevnir um tveir hitapottar, ein kaldan pott, dampbað og sauna. Atkoman er frá svimjihøllini, og verandi skiftingar- og brúsurúm verða nýtt.
Hvør hitapottur hevur sína egnu reinsiskipan við sandfiltri, kolfiltri, sirkulatiónspumpu, sjálvvirkandi kemikaliidosering og áhaldandi máting av pH og fríum klori. Kaldi potturin hevur støðuga gjøgnumrenning av nýggjum vatni og hevur ikki reinsiskipan.
Góðkenningin setur millum annað krøv til vatngóðsku, rakstur og eftirlit, reinsiskipanir, goymslu og nýtslu av kemikalium og reingerð, soleiðis at heilsufrøðiligu viðurskiftini eru nøktandi.
Eysturkommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við virkseminum.
Góðkenningin sæst her.
Kunngerð um góðkenningina sæst her.

