Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Gartnari til Skógrøkt

Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt.

Starvið fevnir um

Harafturat kemur tú at luttaka í dagliga virkseminum á Skógrøkt. 

Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Framleiðslan ber í sær miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum og gagna lívfrøðiliga margfeldinum. Framleiðslan fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, eins og sølan eisini er har. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum, sum eru Skógfriðaðar.

Førleikar 

Vit vænta, at tú: 

Setan 

Starvið verður sett skjótast tilber.

Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði í vikuskiftinum. 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fìggjarmálaráðið og Starvsfelagið . Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 11. oktober  2026.  

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðara á telefon 234305 

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

Kunngerðir