Vísindavøka á fer – framløga: Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir
14. september 2026 kl. 19.00 - 21.00
Bókasavnið við Løkin
Granskingarráðið
14 september @ 19:00 – 21:00
Sum partur av vísindavøku á ferð, fer Barbara Leone at hava framløgu við heitinum:
Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir
EcoFar er ein samstarvsverkætlan millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið og Firum.
Verkætlanarfrágreiðing
Mannaskapt dálking á firðum er økt munandi. Firðirnir eru týðandi lívfrøðiligar framleiðslueindir og hava stóran týdning fyri mentan, samfelag og búskap. Tørvur er á betri vitan um vistskipanir á firðum, sum er ein fyritreyt fyri miðvísum arbeiði við náttúruvernd og økisnýtslu. Hetta hevur týdning fyri fyritøkur, sum hava sítt virksemi á sjónum, serliga ali- og fiskivinnan, og sum ynskja at virka á burðardyggum grundarlagi.
Málið við verkætlanini er at savna dátur og vísindaligar greinar, sum, sett saman við “Local Ecological Knowledge”, gevur eitt umfatandi yvirlit yvir broytingar á firðunum yvir tíð. Úrslitið fer at vísa, hvussu ymiskar mannaskaptar broytingar hava ávirkað føroyskar firðir. Nýggja vitanin fer at vera grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.
Les meira um verkætlanina her.
Framløgan verður á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 14. September 2026 kl 19:00.
Skráin fyri framløgurnar mánakvøldið er:
- Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
Ása Jacobsen, Havstovan - Ecofar verkætlanin um føroyskar firðirBarbara Leone, Umhvørvivsstovan
- Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
Margretha Nónklett, Tjóðsavnið
Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør. Tiltakið er ókeypis.
Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst her, og skrá fyri Vísindavøkuna í Kongshøll tann 25. september sæst her.

