Verkætlan EcoFar
Um verkætlanina
EcoFar – Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina
EcoFar er ein samstarvsverkætlan millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið og Firum.
Áramál: 2025–2027
Verkætlanarleiðari: Katrin Hoydal (Umhvørvisstovan)
Verkætlanarfrágreiðing:
Mannaskapt dálking á firðum er økt munandi. Firðirnir eru týðandi lívfrøðiligar framleiðslueindir og hava stóran týdning fyri mentan, samfelag og búskap. Tørvur er á betri vitan um vistskipanir á firðum, sum er ein fyritreyt fyri miðvísum arbeiði við náttúruvernd og økisnýtslu. Hetta hevur týdning fyri fyritøkur, sum hava sítt virksemi á sjónum, serliga ali- og fiskivinnan, og sum ynskja at virka á burðardyggum grundarlagi.
Málið við verkætlanini er at savna dátur og vísindaligar greinar, sum, sett saman við “Local Ecological Knowledge”, gevur eitt umfatandi yvirlit yvir broytingar á firðunum yvir tíð. Úrslitið fer at vísa, hvussu ymiskar mannaskaptar broytingar hava ávirkað føroyskar firðir. Nýggja vitanin fer at vera grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.
Verkætlanartoymi:
Umhvørvisstovan: Katrin S. Hoydal, Halla W. Reinert, Óluva M. Højgaard, Maria G. Hansen, Katrin H. Jensen og Barbara Leone.
Fróðskaparsetur Føroya: Ragnheiður Bogadóttir, Anni Djurhuus og Tráin P. Nónklett.
Havstovan: Eydna í Homrum og Lise H. Ofstad.
Firum: Birgitta Andreasen og Erna L. Olsen.
Tjóðsavnið: Áki Vang.
Spurnarkanning
Hevur tú lagt til merkis broytingar í einum firði ella sundi, ella einari vík ella vág? Nú hevur tú møguleika at lata tína vitan verða partur av einari nýggjari og umfatandi granskingarverkætlan.
Tá tú svarar spurningunum, tekur tú støði í einum einstøkum firði, vík, vág ella sundi. Tað kann t.d. vera, har tú ert uppvaksin, býr ella hevur eitt tilknýti til. Tað ber til at senda inn svar fyri fleiri firðir, sund etc.
Til ber at svara kanningini her.

