Samskiftisstarvsfólk til Umhvørvisstovuna (parttíðarstarv)
Umhvørvisstovan søkir eftir einum dugnaligum og skapandi starvsfólki at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Høvuðsuppgávan verður at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkinum og øðrum starvsfólkum á stovninum.
Starvið
Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú fært møguleika at menna teg í starvinum.
Høvuðsuppgávurnar verða millum annað at:
- framleiða tilfar til Instagram, Facebook, LinkedIn og heimasíður
- greina dátur í sambandi við samskifti
- luttaka í tiltøkum og kunningarátøkum
- sparra við samskiftisfólkinum um møgulig samskiftisátøk
- leggja tilfar á heimasíður og innannetið
Starvið er upp til 15 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, og tí hóskar starvið væl, um tú til dømis ert lesandi ella hevur eitt parttíðarstarv.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert áhugað/ur í samskifti
- hevur hug og hegni at umsita sosialar miðlar
- dugir sera væl at skriva og málbera teg á føroyskum
- ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
- ert nærløgd/lagdur, dugir at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- fylgir gongdini, tá ið tað snýr seg um rák á sosialum miðlum
- torir at siga tína hugsan
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við grafiskari uppseting.
Setan
Starvið er upp til 15 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn, prógv, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. august 2026.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Báru Akselsdóttir Haraldsen, fulltrúa, á telefon +298 234387 ella við telduposti til barah@us.fo.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.
Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.

