Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Smoltstøð í Skálavík, Sandoy

Umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 27. mars 2026, við heimild í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, hevur veitt felagnum P/F Bakkafrost Freshwater

Umhvørvisgóðkenning av smoltstøð í Skálavík, Sandoy.

Góðkenningin við fylgiskjølum sæst her

Avgerðin kann innan fýra vikur kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2026.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda ein teldupost til us@us.fo

Kunngerðir