Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting fyri lítið vatnorkuverk í Stórá í Bø í hoyring

Umhvørvisárinsmeting fyri eitt lítið vatnorkuverk við Stórá í Bø er nú løgd út til almenna hoyring. Metingin lýsir verkætlanina, herundir vatninntak í Stórá, rørleiðing og vatnorkuverk.

Vatntøkan verður regulerað í stigum við eini sjálvvirkandi skipan. Metingin leggur upp til, at minsta vatnrenslið í ánni, tá myllan koyrir, er 40 litrar um sekundið (l/s), og at vatntøkan verður stýrd í 6 stigum við 13 l/s í hvørjum stigi. Einki vatn verður tikið til mylluna, um renslið í ánni er minni enn 40 l/s. Tað verður tikið millum 13 og 77 l/s til vatnmylluna. Í mesta lagi uml. 77 l/s verða tiknir, tá renslið í ánni er 117 l/s ella størri.

Vatnið verður ført frá inntakinum til verkið við einari uml. 760 m langari rørleiðing. Rørleiðingin liggur í tyrvdari grøv oman gjøgnum líðina vestanfyri ánna. Har sum gil renna tvørtur um leiðingina, verður vatnið tikið upp og veitt aftur í tey náttúrligu gilini niðanfyri turbinurørið. Sambært metingini verður einki vátlendi ávirkað av rørleiðingini.

Verkið hevur eina turbinu við asynkron-generatori og stýritalvu og verður bundið í elnetið hjá SEV. Mett verður, at verkið kann framleiða uml. 400.000 kWt árliga og minka CO₂-útlátið við uml. 250 tonsum um árið.

Í metingini er eisini lýst, at ein rist verður sett frammanfyri rørið í inntakinum, ið er ein rustfrí holpláta við holum við tvørmáti á 3 millimetrum (Ø 3 mm) fyri at verja ímóti, at síl o.a. fara í rørið.

Eftirlit og stýring er lýst við vatnstøðumátara, har upplýsningar um vatnstøðuna støðugt verða loggaðar og goymdar. Eigarin, ið eisini rekur og hevur eftirlit við verkinum, fær sjálvvirkandi boð um frávik og kann fylgja við rakstrinum.

Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her

Freistin at koma við viðmerkingum er 27. apríl 2026

Almenna lýsingin kann síggjast her

Kunngerðir