Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá P/F Magn við Grótrætt í Klaksvík

Umhvørvisstovan hevur 9. februar 2026 givið umhvørvisgóðkenning til oljugoymsluna hjá P/F Magn við Grótrætt í Klaksvík. Góðkenningin hevur heimild í kapitli 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Virksemið fevnir um at taka ímóti, goyma og avskipa oljuúrdráttir, ávikavist bensin, diesel og gassolju. Umsóknin handlar um útbygging av verandi goymslu.
Útbyggingin fevnir um at ein verandi bensintangi á 500 m³ verður tikin niður, og fýra nýggir tangar verða settir upp: tveir bensintangar á 750 m³ hvør og tveir gassoljutangar á 3.000 m³ hvør. Eftir útbyggingina er mesta loyvda goymsla 11.500 m³ (1.500 m³ bensin, 1.000 m³ diesel og 9.000 m³ gassolja).
Umhvørvisstovan metir, at størsti umhvørvisligi vandin er knýttur at leka ella óhappi, ið kann elva til dálking av sjógvi og jørð. Harumframt eru útlát av VOC (serliga frá bensini) og óljóð frá skipum, pumpum og tangabilum týðandi viðurskifti.
Tí eru settar treytir til m.a. tangagarðar, oljutætt øki, ávaringarskipanir, trygga handfaring, reinsing av spillvatni í oljuskiljara við sjálvvirkandi afturlating, umframt mannagongdir fyri eftirlit, viðlíkahald og tilbúgving.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kæra skal sendast Umhvørvisstovuni innan fýra vikur frá tí degi, tá góðkenningin er almannakunngjørd.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Almenna kunngerðin við kæruvegleiðing sæst her

