Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Hvannasund

Útskiftingarnevndin fyri Hvannasund hevur á fundi 17. sept. 2025 viðgjørt innkomnu viðmerkingar um góðskumetingina av jørðini.

Nevndin staðfesti góðskumetingina, ið var løgd fram á útskiftingarfundi í kommunuskrivstovuni í
Hvannasundi 3. juli 2025 við hesum broytingum:

Matr.nr. 4
Lutur nr. 300 – broyttur til 65 %
Lutur nr. 301 – broyttur til 60%
Lutur nr. 302 – broyttur til 75%

Eftir §51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting við seinni broytingum verður góðskumetingin latin til serskilda ákæru.


Kort og eigaralistar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í Hvannasundi og á Umhvørvisstovuni, og á heimasíðuni us.fo.

Kærufreistin er 3. mánaðir frá 22. septembur 2025 at rokna. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C. Pløjensgøta 1, postboks 28, 110 Tórshavn.

Kærur skulu vera Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 22. desembur 2025.

Eigarar hava eisini møguleika at seta fram ynski um hvar teir vilja hava sína jørð lagda.

Ynskini skulu sendast til Útskiftingarnevndina innan 1. desembur 2025, Traðagøta 38, postboks 2048, 165 Argir ella á us@us.fo.

N.v.
Arnold Thomassen, útsk. form.

Kunngerðir