Einnýtisíløt – ársuppgerð 2024
Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007, tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin. Í 2008 var sølan umleið 2 milliónir íløt, og er sølan nú komin upp á 13,87 milliónir íløt um árið. Tað er serliga sølan av einnýtisíløtum úr plasti og metali, ið er nógv økt, meðan sølan av einnýtisíløtum úr glasi er lutfalsliga lítil.
Hóast sølan er økt nógv, hava tað í nógv ár verið lutfalsliga fleiri íløt, sum eru latin inn aftur á hvørjum ári. Árini 2015 -2022 hevur prosent parturin av íløtum, sum eru latin inn aftur, ligið rættuliga støðugt millum 88% og 91%, men seinastu tvey árini er prosent parturin av innlatnum íløtum vaksin nakað. Í 2023 og 2024 eru ávikavist 94% og 93% av øllum íløtum, sum eru seld við pant, latin inn aftur.