Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

100 fólk á borgarafundi

Áhugin fyri frílendisætlanini í Hoydølum er stórur, tí ikki færri enn 100 fólk høvdu leitað sær á borgarafund í gjárkvøldið. Tað fyrimyndarliga samstarvið millum land og kommunu um ætlanina var einaferð enn staðfest, tá Jacob Vestergaard landsstýrismaður og Heðin Mortensen borgarstjóri bjóðaðu fundarluttakarunum vælkomnum.

Føroya størsta frílendisætlan varð almannakunngjørd á einum væl vitjaðum borgarafundi í gjárkvøldið. 
 
Eftir at Ronnie Thomassen vegna arbeiðsbólkin hevði boðið fundarluttakarunum vælkomnum, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyri. Hann fegnaðist um, at tað nú var við at koma á mál við ætlanini, sum hann sjálvur upprunaliga hevði tikið stig til í 2006, tá hann var landsstýrismaður í innlendismálum. 
 
Jacob Vestergaard vísti m.a. á, at talan er um eitt sera stórt og fjølbroytt lendi, sum er 28 hektarar, ella umleið 40 fótbóltsvallir til støddar. Økið gongur allan vegin frá Hvítanesvegnum og oman á Boðanes. Hartil er strandarlendið undir tyrlupallinum og heim til campingplássið Yviri við Strond eisini partur av frílendinum. Niðri á Hvítasandi, undir tyrlupallinum, er fjøra við stórum hyljum, og á Boðanesi er helluland við góðum seiðabergsplássum. Har er gamli bóltvøllurin á fløtuni í niðastu Hoydølum. Og har er Hoydalsá, sum nú er við at verða somikið rein, at børn kunnu spæla í henni. Samanlagt eru alskyns hugsandi møguleikar at finna í lendinum.
 
Landsstýrismaðurin takkaði Tórshavnar kommunu fyri tað góða samstarvið og vónaði, at økið fór at blíva brúkt til besta gagn fyri almenningin.
 
Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi m.a. frá søguni hjá Hoydølum. Hann hugleiddi um gamla sanatoriið og minkagarðin skamt frá økinum. Borgarstjórin vísti eisini á, hvønn týdning Hoydalar hava fyri býin og vissaði um, at kommununar partur ikki fór at liggja eftir, tá ætlanin skal ítøkiliggerast.
 
Frílendisætlanin varð løgd fram av Trónda Leivsson, landsskógarvørði, og kann lesast í fullari longd her. Eftir framløguna vórðu viðmerkingar og spurningar frá fundarluttakarunum, ið sum heild fegnaðust um ætlanina.
 
Nú verður frílendisætlanin løgd út til almenna hoyring, har øll hava møguleika at gera viðmerkingar og koma við møguligum broytingaruppskotum. Viðmerkingarnar skulu sendast til us@us.fo, merkt frílendisætlanin í Hoydølum, í seinasta lagi 1. desember 2013.
 
Frílendisætlanin sæst her.
Eitt ískoyti um mentunarminni sæst her.
 
Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Fyri Umhvørvisstovuna Ronnie Thomassen og Tróndur Leivsson. Fyri Tórshavnar kommunu: Tóri í Hoyvík og Michael Jacobæus (avloysti Michael Viderø). Fyri Søvn landsins: Anna Maria Fosaa (avloysti Andras Mortensen).
 
 

Vilt tú vita meira, so ring til Skógrøktina, Tróndur G. Leivsson, tlf 342430, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.