Yvirvøka av rottu í Sandoynni
Í Føroyum eru 11 rottufríar oyggjar. Teirra millum Sandoy, sum umframt at vera tann størsta rottufría oyggin, eisini hevur ríkt fuglalív, sum skal verjast móti rottuni, sum sannlíkt lættari sleppur í oynna, tá undirsjóvartunnilin letur upp fyri ferðslu.
Ein liður í at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg í Sandoynni er at hava yvirvøku, tvs. at gera afturvendandi kanningar fyri at vita, um rotta kann vera komin í oynna, uttan at nakar hevur varnast tað.
Allar kommunur í Sandoy hava í 2021 lagt út serligar yvirvøkutunlar, sum kunnu avdúka rottu. Tunlarnir eru settir á støð í øllum bygdunum, har tað kann væntast, at rotta kann finna sær føði og skjól, t.d. har fóður verður goymt. Tríggjar ferðir í ár hava fólk hjá kommununum lagt blekkkort og lokkumat í tunlarnar. Tá rotta fer eftir lokkumatinum, fær hon blekk undir beinini, sum sæst aftur sum fótafet á kortinum.
Hetta árið hava kommunurnar í Sandoy og Umhvørvisstovan í góðum samstarvi fingið gongd á yvirvøkuna í oynni. Tríggjar yvirvøkur hava verið í ár, og úrslitið hevur hvørja ferð verið, at eingi tekin hava verið um rottu. Hinvegin sæst týðiliga, at nógvar mýs hava verið í tunlunum. Eftir hvørja yvirvøku hevur Umhvørvisstovan skipað fyri fundi, har kommunurnar hava lagt fram úrslitini frá seinastu yvirvøkuni, umrøtt mannagongdir, og hvussu yvirvøkan kann gerast betri.
Fyri trimum vikum síðani varð seinasti fundur av hesum slag í Sandoynni í ár. Á skránni vóru úrslitini frá yvirvøkuni í november.
Næsta yvirvøka verður í februar 2022.
Mynd frá fundi um yvirvøku, sum varð hildin á kommunuskrivstovuni í Skopun 30. nov. 2021. Frá vinstru: Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, Palli á Lava, tekniskur leiðari í Skálavíkar kommunu, Bjarki Henriksen, kommunustýrislimur í Sands kommunu og Hallmar Winther, kommunustýrislimur í Skopunar kommunu.
Sambært kunngerðini um fyribyrging og týning av rottu skulu allar kommunur, sum varða av rottufríum oyggjum, regluliga skipa fyri yvirvøku. Umframt í Sandoynni er yvirvøka sett í verk í Skúvoy, Mykinesi, Nólsoy og Hestoy. Umhvørvisstovan samskipar yvirvøku av rottu í Føroyum. Málið er, at yvirvøka av rottu er komin í fasta legu í øllum rottufríum oyggjum í 2022.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo