Yngstu fólkini búgva í Stóru Dímun, á Nesi og í Hoyvík
Vanliga verður hildið, at eldri fólk eru yvirumboðað í útjaðaranum, meðan ungfólkið samlast á teim stóru plássunum. Men nýggj hagtøl úr landsfólkayvirlitinum siga, at veruleikin ikki er heilt so einfaldur
Umhvørvisstovan, sum umsitur landsfólkayvirlitið, hevur gjørt eitt yvirlit yvir miðalaldur á bygd og í bý í Føroyum. Úrslitið er heldur óvæntað, tí tað pláss í landinum, sum hevur lægsta miðalaldurin – 25,7 ár – er Stóra Dímun. Síðan koma størri plássini Nes (Eysturoy) við einum miðalaldri á 30,3 ár og Hoyvík, har miðalaldurin er 31,4 ár.
Nr. | Bygd | Fólkatal | MiðalAldur |
1 | Stóra Dímun | 9 | 25,7 |
2 | Nes, Eysturoy | 317 | 30,3 |
3 | Hoyvík | 3693 | 31,4 |
4 | Æðuvík | 101 | 31,5 |
5 | Norðoyri | 101 | 31,5 |
6 | Lamba | 132 | 31,8 |
7 | Ánirnar | 53 | 32,3 |
8 | Velbastaður | 208 | 32,3 |
9 | Trøllanes | 17 | 32,4 |
10 | Kirkjubøur | 77 | 33,1 |
Topp 10 listi yvir bygdir við lægsta miðalaldri
Nr. | Bygd | Fólkatal | MiðalAldur |
1 | Hellurnar | 14 | 64,9 |
2 | Elduvík | 16 | 64,4 |
3 | Hestur | 23 | 62,8 |
Aðrar greinar |