Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vitjan úr Íslandi

Sýslumaðurin í Seyðisfirði vitjaði á Umhvørvisstovuni og kunnaði seg um tinglýsing og matrikulin

Í farnu viku var sýslumaðurin í Seyðisfirði, Lárus Bjarnason, í Føroyum á eini arbeiðsferð. Ferðaliðið taldi 10 fólk og vitjaðu tey fleiri almennar stovnar.

Ørindi á Umhvørvisstovuni vóru fyrst og fremst at kunnað seg um føroyska tinglýsing, men eisini matrikulin, sum er grundarlagið undir tingbókini, hevði teirra áhuga.

Petur Nielsen, deildarleiðari á Lendi greiddi í stuttum frá matrikuleringini av fastari ogn her á landi, og legði dent á, at við nýggju matrikulskipanini – eigindómsskránni – sum tikin varð í nýtslu fyrr í ár, er nú samskiftið millum matrikul og tinglýsing teldutøkt burturav.  Í hesum liggur ein munandi rationalisering, dátutrygdin er betri, og góðskan er bøtt, tí matrikulupplýsingar ikki longur skulu skrivast av inn í tingbókina.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo