Søgan um útskifting
Í 1926 varð viðtikin ein útskiftingarlóg, eftir at “Landbokommissionen” hevði sett fram uppskot um eina tílíka longu í 1911. Lógin skuldi bert galda í 5 ár, men hetta varð seinni longt. Núverandi útskiftingarlóg er frá 27. mars 1939. Hon var upprunaliga bert galdandi fyri útskifting av jørð innangarðs, men í 1950 fekk hon við smærri broytingum og ískoytum eisini gildi fyri útskifting uttangarðs.
Ein innangarðsútskifting er ein samanlegging av mongu bølutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og undir eini útskifting verður elagseigindómar eisini upploystir. Støða skal eisini takast til garðsskyldu. Innangarðsútskifting er eitt gott høvi hjá eini kommunu planleggja hvar byggjast skal í framtíðini. Kommunan kann samb. lógini ognartaka av felagnum til byggilendi vegir o.a..
Uttangarðs útskifting kann býtast upp í tvey. Eitt har ein hagi verður býttur, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar. Eisini er møguligt at útskifta fleiri hagapartar í somu markatalsbygd. Tá er talan um at savna eigarnar í ein hagapart.
Fyrsta royndarútskiftingini var í 1927 í Vestmanna. Gøtumaðurin Líggjas Húsgarð varð settur sum formaður, men málspurningurin førdi til tvídrátt millum hann og myndugleikarnar. Tí vórðu tað danskir landinspektørar, ið komu at skipa fyri útskiftingunum í 1930-árunum.
Eftir krígslok varð Líggjas Húsgarð aftur settur sum útskiftingarformaður, og eftir at Matrikulstovan varð sett á stovn í 1948, hava landmálarar á Matrikulstovuni verið formenn (sambært grein 5 í útskiftingarlógini).
Í 2007 varð Matrikulstovan gjørd til part av nýstovnaðu Umhvørvisstovuni. Útskiftingin hevur síðani verið fyriskipað av matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni, og landmálarar hagani hava verið útskiftingarformenn.