Fólk og Fuglar í Klaksvík
Hósdagin 12. mars var tiltakið Fólk og Fuglar hildið í Klaksvík. Fleiri fólk vóru møtt til tiltakið, har fuglalív og samspælið millum menniskju og náttúru vóru í miðdeplinum.
Á skránni vóru framløgur um føroyskt fuglalív og um støðuna hjá ymiskum fuglasløgum. Framløgurnar lýstu bæði avbjóðingar og møguleikar, tá tað ræður um at verja og varðveita fuglalívið í Føroyum, og vóru eisini stuttligar og hugtakandi.
Eftir framløgurnar var høvi hjá teimum møttu at seta spurningar. Kjakið var áhugavert, og fleiri góðir spurningar og viðmerkingar komu fram um fuglalív, náttúruvernd og hvussu vit best kunnu taka atlit til fuglar í náttúruni. Spurt var um millum annað rottu, ljósdálking, stovnsmetingar og burðardygga veiðu, og greitt varð frá áhugaverdum eygleiðingum. Tiltakið gav eitt gott høvi at deila vitan og skapa samrøðu um fuglalív og náttúru í Føroyum.
Eftir ætlan verður tiltakið Fólk og Fuglar á skrá aftur í 2027.
Framløgurnar og fleiri myndir kunnu síggjast niðanfyri.
Framløgurnar
Teljingar av lunda í Mykinesi – Janus Hansen, Tjóðsavnið
Fuglafró – Barbara Leone, Umhvørvisstovan
Heiðafuglur í Skúvoy – Jón Aldará, Tjóðsavnið
Skrápur í Nólsoy – Jógvan Thomsen, fuglakønur
Myndir frá tiltakinum











Røða
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum bjóðaði vælkomin við hesum orðum:
Gott kvøld
Vegna Umhvørvisstovuna, Havstovuna og Tjóðsavnið skal eg bjóða tykkum hjartaliga vælkomin.
”Ikki varð altíð hugsa um fuglin her í Føroyum. Fuglurin var mest sum friðleysur. Heldur var hann ætlaður til at drepa enn til at liva. So mátti hann sjálvur um, antin hann hevði vit til at halda seg undan ella krógva reiður sítt so, at fólk dugdu ikki at finna eggini. Hann um tað”.
Soleiðis skrivaði fuglavinurin Sverri Patursson í grein, ið kom út í bóklingi í 1948. Her viðgerð Sverri fleiri av fuglasløgunum í Føroyum. Hann harmast og gleðist, alt eftir hvussu støðan er hjá ymisku fuglunum og fuglaøkjunum. Hann gevur góð ráð og ávarar.
Nógvir av spurningunum, Sverri viðgerð í greinini, eru framvegis viðkomandi í dag t.d. trupulleikar við rottu, stórar útbyggingar, ketta, ovurveiða og so líkasæla.
Fuglavinir hava vit, og hava vit havt nógvar gjøgnum tíðina. Umframt Sverra kunnu nevnast Mikkjal á Ryggi, Niels á Botni og Petra Djurhuus.
Fuglur hevur altíð hugtikið okkum menniskju. Vit kenna søgurnar úr bíbliusøguni um ravnin og dúgvuna, sum Nóa sendi út fyri at finna land og lív ella søguna um dúgvuna í Nýggja Testamenti, sum ímyndaði Heilaga Andan. Somuleiðis hava fuglar stóran leiklut í fleiri øðrum religiónum. T.d. í gomlu ásatrúnni kenna vit fuglarnar Hugin og Munin og úr grikskari mytologi fábulfuglin Fønix. Tað, sum hesar søgur og mytur hava til felags, er tann stóri symbolski týdningurin. Fuglurin er her boðberi og umboðar fríheit og klókskap.
Eisini kenna vit fasinatiónina fyri fuglinum í sangum og kvæðum okkara, t.d. í yrkingunum hjá Hans Andriasi Djurhuus, í fuglakvæðinum hjá Nólsoyar Páll og í fuglakvæðinum eldra, sum helst stavar heilt aftur úr miðøld.
Hetta vísir, at fuglur hevur ovur stóran týdning fyri okkum menniskju. Hvussu vit fara um fuglin, sigur nakað um, hvussu vit fara um okkum sjálvi, og hvussu vit virða okkara Land.
Hetta afturvendandi tiltak ”Fólk og Fuglar”, sum Umhvørvisstovan, Havstovan og Tjóðsavnið skipa fyri, hevur fleiri endamál.
Fyrst og fremst er tiltakið til fyri at fremja forstáilsi fyri fugli og fyri at varpa ljós á fuglaheimin. Men tiltakið skal eisini kunna um tað fuglaarbeiðið, sum verður gjørt bæði av leikum og lærdum.
Tiltakið skal kunna okkum um nýggjastu vitanina um fugl og fuglar okkara. Uttan holla vitan um fuglin ber ikki til at røkja og verja hann.
Tað, Sverri og onnur við honum vildu, var at verja og fjálga um fuglin, so hann kundi gleða okkum, varðveita náttúrumargfeldið og verða okkum til gagns sálarliga, men eisini til matna.
Eg vil ynskja tykkum eitt gott kvøld við einum sitati afturat úr áðurnevndu grein eftir Sverra Paturssyni. Hann endar greinina við orðunum:
Fuglameingi er landsvirði og landsprýði !
Takk fyri

