Vit tveita góðan mat burtur fyri milliardir
Norðurlond tveita á hvørjum ári etandi mat burtur fyri slakar 30 milliardir krónur
Umroknað til føroysk viðurskifti tveita vit góðan mat burtur fyri 60 mió. kr. um árið. Í heimshøpi førir matspill til sama útlát av vakstrarhúsgassi sum alt flutningskervið í øllum heiminum tilsamans.
Hetta vil norðurlandaráðið gera nakað við. Norðurlandaráðið hevur avgjørt at seta í gongd, tað sum kann gerast byrjanin til eitt størri átak um matspill.
Hetta er eisini í tráð við ynskið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum um at raðfesta samstarvið um viðgerð av burturkasti í Norðurlondum hægri.
Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo