Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vit náa neyvan málinum í veðurlagspolitikkinum

Løgtingið samtykti í 2009 einmælt Veðurlagspolitikk Føroya. Samtyktin sigur, at Føroyar skerja útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005.

Mál um 20% niðurskurð
Gongdin hesi seinastu fimm árini bendir ikki á, at vit náa málunum. Fyri at minka oljunýtsluna munandi, er neyðugt at politisk stig verða tikin. Tað ikki er nóg mikið at rokna við, at vinnan og brúkarin sjálvi fara at stýra gongdini móti minni nýtslu av olju. Neyðugt er seta reglur í verk, sum eggja vinnuni og brúkaranum til at minka nýtsluna av olju. Her eru tað serliga búskaparlig stýriamboð, so sum avgjøld á ikki varandi orkunýtslu og á útgerð, sum hevur høga orkunýtslu, ella stuðulsskipanir fyri orkusparandi tiltøk.
 
Eitt ítøkiligt átak fyri at minka oljunýtsluna er, at SEV hevur gjørt munagóðar útbyggingar av vindorkuni, og harvið flutt elframleiðsluna frá olju til varandi orku. Men av tí at elframleiðslan einans er orsøk 12-14 % av samlaða útlátinum, ger tað ikki stórvegis mun í samlaðu myndini. 


Mynd 1 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 2005-2014. Ovara mynd: roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005. Niðara mynd: í CO2 eindum
 
Upphiting – gongur spakuliga rættan veg
Nýtslan av olju til upphiting skal vera farin niður í helvt í 2020. Gongdin er rætta vegin, men tað sær út til at vera ivasamt um vit náa málinum. Á myndini niðanfyri sæst, at útlátið frá húsarhaldum, handlum og stovnum í 2014 var á leið 20 % undir útlátinum í 2005. Ein minking upp á umleið 30 % restar í fyri at náa málinum.

Mynd 2 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, handlum og stovnum, samlað sæð, árini 2005-2014, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan niðast vísir málið, sum er 50% undir útlátið í 2005.
 
Ferðsla á landi – málið verður neyvan rokkið!
Einki bendir á, at vit røkka málinum um at minka um útlátið frá akførum við 50% innan 2020. Myndin niðanfyri vísir gongdina. Tað sæst, at útlátið er minkað eitt vet hvørt ár síðani 2007, tó undantikið í 2014, tá tað var 3% hægri enn í 2005. So sigast kann, útlátið í 2014 steðgaði gongdini rætta vegin. Við núverandi gongd er eingin møguleiki fyri at náa málinum.

 Mynd 3 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á landi, árini 2005-2014, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 50% undir útlátið í 2005.
 
Elframleiðsla – málið kann røkkast
Málið um, at umleið 75 % av elframleiðsluni skal stava frá varandi orkukeldum í 2020, sær, sum tað einasta, út til at kunna røkkast. 
Í 2005-2013 stavaðu 40-45 % av elframleiðsluni frá vatn- og vindorku. Í 2014 gekk rætta veg, tí hetta árið komu heili 51 % av elorkuni frá varandi orkukeldum. 
Góða gongdin kemst fyrst og fremst av, at SEV hevur økt munandi um elframleiðsluna úr vindi.
Enn resta 24 % í fyri at 75% av elframleiðsluni at verður úr varandi orkukeldum – vatni og vindi. SEV hevur ætlanir um at útbyggja vindorkuna munandi næstu árini, og eru tí útlit til, at málið í veðurlagspolitikkinum verður nátt.
 
Fiskiskip
Fiskiskipini eiga 42 % av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Síðani 2009 hevur útlátið mest sum verið vaksandi á hvørjum ári


Einki ítøkiligt mál er sett um minka um útlátið frá skipum.
 
Samanumtikið
Vit mugu staðfesta, at Føroyar neyvan náa samlaða málinum í veðurlagspolitikkinum um, at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020 verður 20 % minni enn í 2005.
 
Útlit eru til, at vit kunna røkka málinum um, at 75 % av elframleiðsluni í 2020 stavar frá varandi orkukeldum.
 
Oljunýtslan til upphiting minkar støðugt, men torført verður at røkka málinum um, at nýtslan í 2020 verður helvtina av nýtsluni í 2005.
 
Tað verður mett at vera óhugsandi at náa málinum um, at oljunýtslan til ferðslu er komin niður í helvt í 2020.
 
Nærri kunning 
Sí tíðindi um uppgerðina av vakstrarhúsgassi
Sí Frágreiðing um uppgerð av útlátið av vakstrarhúsgassi, 1990-2014,
Sí Støðufrágreiðing um skerjing av útláti av vakstarhúsgassi,
Sí Veðurlagspolitikkur Føroya – um at skerja útlátið av vakstarhúsgassi 
Sí Skjótt syftir seiðir og tunga takið – virkisætlan at minka útlátið av vakstrarhúsgassi
 
Hygg inn á heimasíðu okkara og les meira um uppgerðina av vakstrarhúsgassi fyri 2014
 
  
 Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo